Niðurberjing av skøruni

Kommunan fer nú at royna at fáa skøruna (Alchemilla mollis) burturbeinda. Vit fara at skera ella sláa plantuna og brenna røturnar nú tíðliga í juni mánaða, innan hon blómar og setir fræ, sum spjaðist við vindinum.

Tað er eyðsæð at skøran stavar frá urtagørðum, haðanífrá hon á ymiskan hátt hevur breitt seg út á almenn frílendi í kommuni. Hon nørist sera væl og spjaðir seg bæði við rót og fræi. Har hon veksur, køvir hon allan annan vøkstur og yvirtekur økið. Tað er tí ynskiligt, at hon ikki sleppur at spjaða seg. Fer hon út í hagan, kann hon spjaða seg púra ótarnað, tí seyður etur hana ikki.

Kommunan heitir á borgarar um at ansa eftir skøruni á egnum øki og skipa soleiðis fyri, at burturkast frá henni verður koyrt á umhvørvisplássið at brenna.

Síggið góð ráð frá Umhvørvisstovuni her: Um niðurberjing av skøru

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12