Ruddingardagur í Sørvágs kommunu leygardagin 2. juni 2018

Kommunan vil fegin ganga á odda, tá ið tað ræður um at verja umhvørvið og styrkja hugburðin hjá okkara borgarum at gera sítt til, at her skal verða reint og ruddiligt.

Fyrst og fremst fyri okkara egnu skyld. Men vit skulu eisini hugsa um komandi ættarliðini, ið skulu búleikast her í mong ár framyvir.

Endamálið við ruddingardegnum er at taka tað upp, sum liggur runt í kommununi. Hetta merkir eisini, at ruddingardagurin ikki er ætlaður sum høvi hjá fólki at tøma kjallarar o.a.

Heitt verður á borgarar um at møta fjølment. Saman fáa vit eina reina og vakra kommunu.

 

Byrjað verður við morgunmati kl. 9:30 á hesum støðum:

  • Í 07 Vestur-húsinum á Dungasandi í Sørvági
  • Í skúlanum í Bø
  • Í skúlanum í Gásadali

(Mykinesfólk skipa sín dag seinni)

 

Ruddað verður til kl. 13:00, tá kommunan bjóðar øllum, sum hava ruddað, okkurt til matna við 07 Vestur-húsið.

Kommunan útflýggjar ruskposar og handskar. Bilarnir hjá kommununi heinta ruskposar og koyra teir á umhvørvisplássið. Tað, sum brennur, og tað, sum ikki brennur, skal verða hildið hvør sær.

 

Sørvágs kommuna

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12