Verja av fugli á Ramsar-oyggjum

 

Umhvørvisstovan: Nú verður ikki longur frítt at sigla kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines.

Sunnudagin 15. apríl er fyrsti dagur, at skip og bátar, sum eru nærri enn 500 m úr landi úr Mykinesi, Skúvoy og Nólsoy, ikki kunnu sigla skjótari enn 8 fj/t.

 

Í nýggju kunngerðini um sigling kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines, sum kom í gildi í fjør er ásett, at í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla skjótari enn 8 fjórðingar um tíman nærri enn 500 metrar úr landi kring alla oynna í Skúvoy og Mykinesi og pørtum av Nólsoy. 

Óneyðugur gangur, t.d. harður tónleikur og sigling við vatnskootarum er eisini bannað í nevnda tíðarskeiði.

Bannið er galdandi fram við landi, har stórur vandi er fyri, at tað kann órógva fuglalívið. 

Bannið fevnir um øll skip og allar bátar uttan skip í fastari rutusigling til hesar oyggjar, men skulu hesi før í størst møguligan mun avmarka ferðina tá siglt verður nær landi í hesum økjum.

Her finnur tú kunngerðina um sigling kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines.

Í kunngerðini eru myndir, sum vísa økini, har ikki er loyvt at sigla skjótari enn 8 fj/t í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til 31. august.

Les meira um Ramsar-arbeiðið her.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12