Sørvágs kommuna hevur fingið løggilding til eina vatnveiting

Á myndini sæst frá vinstru: Jákup Magnussen ráðgevi frá Nomatek, Erik Davidsen, umsjónarleiðari og Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu og Elsba Danielsen frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan: Sørvágs kommuna hevur fingið løggilding til eina vatnveiting. Løggildingin er veitt til vatnverkið í Sørvági.

Hetta inniber, at mannagongdir viðvíkjandi framleiðsluhátti, útbreiðslu og arbeiðshátti eru góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Við hesum mannagongdum fer tað, sum frá líður at hava við sær, økta trygd fyri drekkivatninum til borgararnar.

Á hesari slóðini sær tú, hvørjar kommunalar vatnveitingar nú eru løggildaðar.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12