Savnsfagnaður í Vágum

Latið ei søguna doyggja...

Fáið eina uppliving fyri lívið í Vágum vikuskiftið 20. til 22. apríl.

Tá skipa øll søvnini í Vágum fyri rimmar tiltaki, har fokus verður sett á mentanarskattin í Vágum.

Fólk hava tikið lógvatak og ment eitt mergjað tiltak, bæði til gamans og álvara. Vit vóna, at fólk koma fjølment at njóta forkunnugu skránna. Øll tiltøkini eru ókeypis og í sambandi við Savnsfagnaðin hava handlar, matstovur og kaféir serligar upplatingartíðir.

Eitt av høvuðstiltøkunum á Savnsfagnaðinum verður eitt serligt upplivingartiltak, har áskoðarin verður tikin við inn í heimin hjá prestakonuni Beintu. Hon man vera ein tann kendasti søguligi persónurin úr Vágum og nógvar eru sagnirnar um hana. Teirra lýsingar av Beintu eru ymiskar, men tær hava allar eitt til felags: Beinta sjálv hevur ongantíð orðið.

Tiltakið byrjar í Sandavági við einum gongutúri í fótasporunum hjá Beintu. Jákup Pauli í Eyðanstovu er ferðaleiðari, og Lydia Laksafoss greiðir eisini frá tí, hon gjøgnum árini hevur granskað í søguni um Beintu.
Gongutúrurin endar í Listastovuni, har Annika Johannessen, sjónleikari, framførir. Hon sigur okkum søguna um, hvussu Beinta sjálv upplivdi sítt lív, sínar kringumstøður, sínar menn, síni børn, sínar vinir og sínar fíggindar.

Afturat sjónleikarliga upplivingartiltakinum hevur Savnsfagnaðurin eitt margfeldni av upplivingum við støði í søguligum tilfari: Søguligir gongutúrar, bæði kendar og serstakar framsýningar, fyrilestrar og frásagnir. Næmingar í Skúlanum á Giljanesi sýna fram ymisk evni, tey sjálv hava arbeitt við.

Av brellbitum úr skránni kunnu vit avdúka:
Framsýning av Mikinesmálningum, turking av klippfiski, kvøldseta, tilvirking av ull, felagssangur o.a.

 

Les fjølbroyttu skránna her.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12