Heimatænastan í Vágum setir nýggjar leiðarar í nýggjan bygnað

Heimatænastan í Vágum hevur í dag sett Ingunn Hansen og Evu Sofíu Gardar í starv sum deildarleiðarar á Sýnini.

 

 

Ingunn Hansen er útbúgvin fysioterapeutur og hevur starvsroyndir frá rehabilitering á Boðanesheiminum, Heilræði og frá terapeutiskum virksemi á klinikk og sjúkrahúsi. Ingun býr í Sørvági.

 

Eva Sofía Gardar er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur royndir frá sjúkrahúsi í Føroyum og Danmark, fyrst og femst innan dialysuvirksemi. Hon hevur síðani árskiftið starvast á Rehabiliteringsdeildini á Sýnini. Eva býr í Sandavági.

 

Sýnin er umbygd, og nú karmarnar um virksemið í so stóran mun eru nýggir, hevur Heimatænastan í Vágum eisini skipað nýggjan bygnað. Aðalmálið við nýggja bygnaðinum er at tryggja, at allir borgarar, ið koma í samband við heimatænastuna, fáa skjóta, smidliga og fakliga grundaða tænastu við atliti at heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering.

Nýggju leiðararnir skulu saman við verandi leiðslu tryggja, at fakliga støðið hjá Heimatænastuni er dygt og livir upp til ásetinganar í lógini og normar á fakøkinum.

Málið er at menna og skipa endur-, viðlíkahalds- og fyribyrgjandi tænasturnar, soleiðis at øll Heimatænastan verður eyðkend av tvørfakligum arbeiðsgongdum, so at tilboðini til hvønn einstakan borgara eru innihaldsrík og mennandi, hóska til tørvin hjá hinum einstaka, og stuðla undir endamálið um eitt heilsugott og virkið lív so leingi sum til ber.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12