Avtala gjørd um líkflutning

 

Sørvágs kommuna hevur í dag undirskrivað sáttmála við Seinastu heilsan um líkflutning.

Sáttmálin er galdandi í 5 ár og tekur við 1. mars 2018.

Tænastan, sum kommunan hevur gjørt avtalu um, umfatar bert líkkoyring.

Seinasta heilsan er fyritøka, sum Haraldur S. Hansen úr Hvalvík hevur. Umframt koyring við líkvogni hava avvarandi eisini møguleika at bíleggja kistu, sanghefti og aðra gravarhjálp í sambandi við eina jarðarferð.

Meira kunning um tænastur frá Seinastu heilsan fæst á www.sh.fo.

Myndin er tikin, tá avtalan varð undirskrivað.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12