Starvsfólk til Sørvágs kommunu

Sørvágs kommuna søkir eftir einum skrivstovufólki í hálvtíðarstarv at byrja sum skjótast. Starvið er eitt royndarstarv í eitt ár.

Í høvuðsheitum fata arbeiðsuppgávurnar um at mynda kommununa úteftir, kunning, mentan, trivnað og annað.
Starvsfólkið hevur ábyrgd av at kunna borgarar o.o. um tænastur og møguleikar í kommununi og skal saman við kommunalu umsitingini skipa fyri og samskipa ymsu tiltøkini, kommunan varðar av.

Aðrar fyrifallandi skrivstovuuppgávur í fyrisitingini koma eisini fyri.

  

Vit vænta, at tú:

  • hevur skrivstovu- ella aðra viðkomandi útbúgving
  • dugir at samstarva og ert fyrikomandi
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst
  • kanst arbeiða skiftandi tíðir
  • kanst dagføra heimasíðuna og hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga
  • raðfestir trivnað

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið er hálva tíð og verður sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Starvið er eitt royndarstarv í eitt ár.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til skrivstovuna hjá Sørvágs kommunu á tel. 36 32 00 ella teldupost: This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skal vera Sørvágs kommunu, Varðagøtu 8, 380 Sørvági ella This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. í hendi í seinasta lagi fríggjadagin hin 02. mars 2018 kl. 12:00.

Sørvágs kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og, um neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12