Tíðindaskriv

Sørvágs kommuna fer at gera tað enn greiðari fyri fólki, at hetta er ein kommuna, har fólk skulu trívast.

Kommunan er í einari positivari gongd í løtuni. Barnagarðsgjaldið er lækkað, ruskplássið er gjørt ókeypis at brúka og somuleiðis svimjihylurin, nýtt spælipláss er niðri á Stakka, dagføring er gjørd av skúlanum, nýggj útstykking farin í gongd og ungdómshús.

Nógv annað er at vísa á, og tað, sum hevur størst týdning, er, at hetta er ikki løtuverk, men er úrslit av stúttum og støðugum arbeiði í nógv ár.

Í kanning, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørdi seinasta ár av nøgdseminum í lokalu vinnuni, stóð Sørvágs kommuna seg ógvuliga væl, og tað er at fegnast um, at vinnufyritøkur í kommununi kenna seg at verða hoyrdar.

Næsta átak verður at seta enn meira fokus á trivnað. Kommunan fer at søkja eftir skrivstovufólki, sum saman við fyrisititing og kommunustýrislimum fer at arbeiða við at samskipa átøk í kommununi og at syrgja fyri at borgarin fær meira kunning um tað, sum fer fram. Stutt sagt: í okkara kommunu skal vera enn betri at búgva!

Her er nógv at tríva í. Børnini og vit øll eiga at stíla fram ímóti at fara væl um okkara kommunu, at hugsa grønt. Her kann nógv gerast fyri at økja um tilvitið hesum viðvíkjandi, og ikki alt nýtist at kosta so ómetaliga nógv. Tað, sum er týdningarmest, er at hugsa kreativt, hugsa aðrar loysnir, gera tað stuttligt og áhugavert at búgva í Sørvágs kommunu. At fara væl um ognirnar, at kenna virðing fyri ognum hjá sær sjálvum og øðrum.

Vit hugsa eisini at stíla fram ímóti eini heilsugóðari kommunu, at vit skipa fyri felags gongutúrum, rennitúrum og øðrum, eisini at hugsa um tey, sum ikki eru væl fyri at ganga langt, so at tey fáa møguleika at seta seg niður ymsa staðni at njóta útsýnið.

Vit stíla eisini fram ímóti at vera ein umfevnandi kommuna: at allir borgarar skulu kenna seg væl og hoyrdar, uttan mun til um tú ert fødd/ur og uppvaksin her ella ert komin higar aðra staðni frá at búgva.

Vit stíla eisini fram ímóti at seta mentanina í hásæti: vit eiga fleiri góð høli í kommununi, har til ber at hava tiltøk av øllum handa slagi. Tað skulu vit gera nakað meira við.

Vit hava havt tiltøk, har tað vísir seg at vera stór undirtøka, her hava verið kvøldsetur, fyrilestrar, bókaframløgur, bindikafé, 8. mars tiltak, nýggjárshald og mangt annað. Her er týdningarmikið at leggja enn størri dent á at skipa fyri tiltøkum, sum eru góð fyri sálarligan trivnað, og har er mentanin ein stórur aktørur, sum vit kunnu gera enn meira við.

Vit vita, at á ítróttarøkinum hendir ein rúgva. Hetta er eitt væl skipað øki við fólki rundan um, sum saman arbeiða fyri, at børn, ung og vaksin, antin við aktivt at taka lut ella bara við at fylgja við, skulu fáa eitt gott upplivilsi. Ítróttin er ógvuliga týðandi fyri trivnaðin hjá okkum øllum, vit gleðast um tey góðu úrslitini og stuðla eisini, tá tað gongur ímóti.

Sama er við okkara country og blues festivali, sum eldsálir fóru í holt við á sinni. Vit gleða okkum longu at sleppa at hoyra tónleik úr øllum londum og hugna okkum niðri á Dungasandi.

Vit eiga nógv gott fólk í kommununi – fólk, sum hevur yvirskot, og sum leggja eyka orku í, at vit øll skulu trívast bæði í tí smáa og í tí stóra.

Kommunan skal vera stuðul og ígongdsetari, og kommunan: tað eru vit øll!

Vónandi fáa vit nógvar umsóknir til starvið. Vit gleða okkum at sleppa at tosa við fólk, sum eru realistisk, duga at stinga fingurin í jørðina, duga at síggja tað áhugaverda í teimum smáu batunum, men sum eisini hava nógvar og stórar visjónir og hugskot, sum kann gera okkara umhvørvi í Sørvági, Bø, Gásadali og Mykinesi til eitt gott stað at búgva í.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12