Tunnusláing á Stakka

Fastalávintsmánadag kl. 18 savnaðist hópur av fólki á Stakka á sláa tunnu.
Kommunustýrislimir hildu, at nú mátti okkurt gerast fyri at fáa lív aftur í tunnusláingina, sum er dottin niður fyri í bygdini.

Tvær tunnur vóru: ein til børn og ein til vaksin.

 

Bæði stór og smá vóru komin at sláa tunnu, nógv ílatin sum vampýrar, nunnur, spøkilsi og annað óhugnaligt og fitt, og veðrið var sanniliga til vildar.
Eitt sindur av hálku var á pallinum, har tunnan hekk, so onkur datt á rumpuna, áðrenn Elsebeth fekk tað geniala hugskot at stroya salt á. So var betri.

 

 

Eiri Nielsen gjørdist kattakongur hjá børnunum og fekk heiðursmerki, sum Linda í Sørvágs Ursmiðju hevði graverað.

 

Hjá teimum vaksnu gjørdist John Joensen kattakongur, hann var lyftur uppfrá, og lógvabresturin rungaði. Hann var eisini heiðraður við heiðursmerki.

 

Helgi Leonson var grillmeistari og hevði staðið og steikt pylsur, imeðan tunnusláingin fór fram, og aftaná fingu øll steiktar pylsur og sunkist at drekka.

Eitt væl eydnað tiltak var at enda komið.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12