Kunning um summarfrítíðina 2018 í Alvalon

Vit skulu minna tykkum á, at Alvalon hevur stongt í summar. Talan er um vikurnar 29, 30, 31 og 32.

Hettar tíðarskeið er møguleiki hjá teimum, sum hava tørv á ansing, at fáa tey ansaði í Miðgarði í Miðvági.

Fyri at ansingarskipanin í summar skal vera so væl skipað sum gjørligt, skal boðast skal frá seinast 1. mai 2018 hjá Claus A. Rasmussen leiðara.

Vit kunnu ikki siga nú, hvørji starvsfólk koma við ella hvussu nógv tey verða úr Alvalon. Tikið verður støði í, hvussu nógv børn fara yvir i Miðgarð.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12