Tíðindaskriv:

 

Statistar søkjast til filmin “Fågelfångarens son”

Leikstjórin Richard Hobert hevur skrivað handritið til filmin "Fågelfångarens son" - ein dramatisk kærleikssøga, bygd á veruligar hendingum í Føroyum í 1800-talinum.

Filmurin verður tikin upp í Føroyum frá 10. apríl til byrjanina av juni í ár. Nakrar stórar leikmyndir skulu takast upp í fjøruni og við bryggjuna í Bø í tíðarskeiðinnum frá 2. til 16. mai 2018.

Vit leita eftir kvinnum og monnum í aldrinum 25 til 75 ár, sum vilja vera við í nøkrum av upptøkunum – eitt nú sum bygdarfólk ella vitjandi á grannastevnu.

 

UM FILMSFAMLEIÐSLUNA

Filmurin verður leikstjórnaður av Richard Hobert og framleiddur av Anders Birkeland og Göran Lindström – framleiðarar á GF-studios, sum hava staðið fyri fleiri væl móttiknar filmar, m.a. ”Såsom i Himlen” og ”Göta kanal”.

Samframleiðarar av filminum eru danska ASA-film, Henrik Möller-Sörenson, Faroe Film og Cimbria Film.

Samstarvsfelagar eru eisini Visit Faroe Islands, Tórshavnar Kommuna, Sørvágs Kommuna, privatir føroyskir íleggjarar, Atlantic Airways og Den AP Møllerske Støttefond.

 

TVÆR ‘CASTINGAR’

Vit leita eftir kvinnum og monnum millum 25-75 ár, sum vilja vera statistar í filmi, sum er tíðarfestur til seinnu hálvu av 1800-talinum. Tí ger tað onki, um menninir hava skegg.

Upptøkuroyndin (castingin) er heilt einføld: Vit kunna stutt um, hvat tað inniber at vera statistur í einari leikmynd í hesum filminum. Síðani taka vit mynd og skriva niður navn, aldur og hædd á tykkum, sum møta til upptøkuroynd.

 

Tvær upptøkuroyndir eru:

 

UPPTØKUROYND 1:

DAGUR: Leygardagin 3. februar

TÍÐ: Kl. 13 til 15

STAÐ: Sørvágs skúli

 

UPPTØKUROYND 2:

DAGUR: Sunnudagin 4. februar

TÍÐ: Kl. 13 til 16

STAÐ: Aulan á Glasi í Hoydølum

 

 

Avsendari: Faroe Film​​

Kontaktpersónar: Jan Berg Jørgensen og Hanna Flóvinsdóttir

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12