Anders Vedelsbøl kommunulækni í Vága læknadømi

Heilsutrygd hevur sett Anders Vedelsbøl í starv sum kommunulækna í Vága læknadømi.

Anders Vedelsbøl nam sær embætisprógv innan læknafrøði í 2006 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í 2012. Størsti parturin av serlæknaútbúgvingini varð tikin í Føroyum. Hann hevur virkað sum kommunulækni í Keypmannahavn, umframt at hava røkt avloysarastørv sum kommunulækni í eitt nú Klaksvík, Tórshavn og á Sandoynni. Í 2015 virkaði hann sum deildarlækni í kriminalforsorgini í Keypmannahavn. Seinastu tvey árini hevur Anders Vedelsbøl verið kommunulæknaavloysari í Vága læknadømi.

Anders Vedelsbøl tekur við starvinum í Vága læknadømi 1. mars 2018.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12