Starvsfólk til ungdómshúsið í Sørvágs kommunu

Søkt verður eftir starvsfólki til eitt spennandi starv at byrja 2. januar og fyribils fram til 1. mai.
Arbeiðstíðin er trý kvøld um vikuna frá kl. 17-22.

Arbeiðsuppgávan er at byrja eitt nýtt tiltak fyri børn og ung frá 4. flokki til 10. flokk, saman við øðrum starvsfólki.

 

Vit vænta, at tú:

  • hevur eina jaliga menniskjafatan
  • hevur góð samstarvsevni
  • kann arbeiða sjálvstøðugt
  • er opin og erlig/-ur
  • er virkisfús/-ur og er tolin
  • dugir at síggja menningarmøguleikar
  • trívist í einum arbeiði, har arbeitt verður millum fleiri starvsfólk, børn og ungum í ymiskum aldri

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Alvalon og Sýslan í Sørvágs kommunu.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag.

 

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Claus A. Rasmussen leiðara, á tel. 23 32 40.

 

Umsóknir saman við møguligum prógvum og viðmælum skulu sendast til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Tað ber eisini til at senda umsóknina til:

Dagstovnurin Alvalon
Kjóadalsvegur 2
380 Sørvágur

 

Umsóknarfreistin er mikudagin 20. des. 2017 kl. 12:00.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12