Fíggjarætlanin hjá Sørvágs kommunu fyri 2018 er samtykt

Sørvágs bygdaráð samtykti á bygdaráðsfundinum mikukvøldið hin 29. november 2017 fíggjarætlanina fyri 2018. Hon javnvigar við góðum 60 mió. kr.

 

Hesi eru høvuðstølini:

Rakstur:     Inntøkur:  
         
Rakstrarútreiðslur 43.699.000      
Avdráttir 3.383.000      
Rakstur + avdráttir 47.820.000   Inntøkur 56.829.000
Íløgur 12.950.000   Lán 3.203.000
Samlaðar útreiðslur 60.032.000   Inntøkur og lán 60.032.000

 

Skattaprosentið verður óbroytt 21,7%. Tá ið Sørvágs og Vága kommunur fóru at umbyggja heimið á Sýnini, var okkara skattaprosent hækka við 0,7% at fíggja afturgjaldingina av láninum frá landinum. Okkara partur av láninum verður liðugt afturgoldin á sumri 2019.

 

Kommunan raðfestir barnafamiljuna og ung

Barnafrádrátturin hækkar við kr. 500,- til íalt kr. 6.000,- fyri hvørt barnið.

Ansingargjaldið lækkar munandi:

  • Frá kr. 2.300,- til kr. 1.900,- fyri vøggustovupláss (hálv tíð frá 1.265 til kr. 1045,-)
  • Frá kr. 1.825,- til kr. 1.600,- fyri barnagarðspláss (hálv tíð frá 1.004 til kr. 880,-)
  • Frá kr. 1.100,- til kr. 950,- fyri frítíðarpláss (hálv tíð frá 605,- til kr. 523,-)

Stóra broytingin er avsláttarskipanin. Sum nú er, er systkinaavslátturin eftir yngsta barnið 25%. Frá 1. januar 2018 skal rindast fult gjald fyri yngsta barnið og hálvt gjald fyri tað næstyngsta. Hevur familjan fleiri enn tvey børni í ansingarskipanini, so verður einki rinda fyri hesi. Hetta merkir, at ein familja ongantíð rindar meir enn kr. 2.850,- í ansingargjaldi.

Kommunan hevur eisini samtykt, at tað verður skipað fyri einum tilboði fyri ung frá januar 2018. Dagstovnurin Alvalon fer at standa fyri hesum.

 

Aðrar raðfestingar í 2018

Størsti parturin av íløgunum í 2018 fara til tekniska økið. Fólkatalið í kommununi er vaksandi, og okkum vantar grundøki. Høvuðsíløgan fer tí til byggibúning. Peninger er eisini settur av til at fáa heimið á Sýnini og miðstaðarøkið á Stakka liðugt. Vit fara framhaldandi at dagføra spillivatnsskipanina. Eisini er peningur settur av til nýggjar ljósmastrar við vøllin á Dungasandi og eina ventilatiónsskipan í svimjihøllini.

 

Sørvágs kommuna

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12