Lýsing eftir avloysarum

Vit sóknast eftir avloysarum at byrja skjótast gjørligt.
Søkt verður eftir vikarum, sum kunnu traðka til, tá tørvur er á tí.

Vit eru ein stovnur við yvir 100 børnum og aldursbýtið er frá vøggustovualdri til 10 ár.

 

Vit vænta at tú:

  • hevur eina jaliga menniskjafatan
  • hevur góð samstarvsevni
  • kann arbeiða sjálvstøðugt
  • er opin og erlig/-ur
  • er virkisfús/-ur og er tolin
  • dugir at síggja menningarmøguleikar
  • trívist við einum arbeiðsdegi, har arbeitt verður millum fleiri starvsfólk og børn í ymiskum aldri

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Alvalon og Sýslan í Sørvágs kommunu.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Claus A. Rasmussen leiðara á tel. 23 32 40.

 

Umsóknir saman við møguligum prógvum og viðmælum skulu sendast til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Tað ber eisini til at senda umsóknina til:

Dagstovnin Alvalon
Kjóadalsvegur 2
380 Sørvágur

Umsóknarfreistin er: 15. des. 2017 kl. 12:00.

 

Dagstovnurin Alvalon

 

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12