Ársins orkukvøld

Sørvágs kommuna bjóðar til orkukvøld í Marghøllini í Sørvágs skúla hósdagin 30. novembur 2017 kl. 19:00.
Øll eru vælkomin!

Orkukvøldið bjóðar fyrilestrahaldarar við serkunnleika innan orkunýtslu í sethúsum v.m.

 

  • Flísan fer at greiða frá mannagondini, tá ið bygt verður við flamingoklossum, og hvussu lætt tað kann vera at fáa orkurokningina væl undir tað, ið vit eru von við.

  • Umhvørvisstovan fer at upplýsa um sandhitan í Sørvági. Eisini verður greitt frá kostnaðinum av teimum ymisku upphitingarmøguleikunum.

  • Hitamyndir fara at vísa myndir, ið greiða frá feilum í nýggjum og eldri húsum. Somuleiðis verður greitt frá, hvat “blowerdoor” er.

  • Demich greiðir frá fyrimununum at nýta jørðhita/vatn hitapumpu.

  • Hiti greiðir frá fyrimununum at nýta luft/vatn hitapumpu.

 

Kom og fá svar upp á allar møguligar og ómøguligar spurningar.

Vit bjóða kaffi og køkur.

 

Fyrilestrahaldarar:

Flísan: Jónsvein Mortensen
Umhvørvisstovan: Kári Mortensen
Hitamyndir: Baldvin Harðarson
Demich: Atli D Nattestad
Hiti: Áki Mortensen

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12