Tað Demensvinarliga samfelagið í Vágum

Tað demensvinarliga samfelagið ger karmar, soleiðis at menniskju við sjúkuni demens, verða inkluderaði og stuðlaði, so tey verða før fyri at liva við sjúkuni demens. At tey framhaldandi vera virkin í samfelagnum, vera sjálvbjargin og soleiðis varðveita eina høga lívsgóðsku.

Einar demensvinarligar Vágar seta krøv til okkum, og fara vit við góðum treysti undir átøkini, í samstarvi við Demensklinikkina og vænta vit, at verkætlanin tekur áleið 2 ár.

Málsetningurin er at koma ígjøgnum organisering og samstarv, sjúkugreinan, tann sosialfakliga innsatsin, jura og demens, samstarv við avvarðandi, útbúgving og undirvísing.

Nøkur av hesum málum eru byrjað, har nøkur av okkara starvsfólkum fingu útbúgving sum demenssamskipari seinast í august.

Vit hava valt at skipa undirvísingina soleiðis, at tað verður ein grundpakki, sum er grundleggjandi vitan um demens og so specialpakkar, sum koma aftaná grundpakkarnar. Vit ætla at koma breitt út í samfelagið í Vágum við undirvísing, t.v.s. til øll tey, ið á ein ella annan hátt koma í samband við demensrakt. Undirvísing til avvarðandi ferð skjótt ígongd eisini.

Fyrsta stigið at røkka málinum er undirvísing til øll starvsfólk í Heimatænastuni. Byrjað verður við Grundpakkanum og verður tann undirvísingin hvønn mikudag kl. 13:30 - 15:00 í januar, februar og mars 2018.

Undirvíst verður í hesum:

  • Heilin og eyðkenni uppá demens
  • Hvussu fyribyrgja vit atferðar trupulleikar
  • "Persónsentrerað" røkt og kontaktpersónskipanin
  • Samstarv við avvarðandi
  • Aktivitetir, ið geva meining
  • Umhvørvi
  • Etik
  • Jura
  • Samskifti

 

"At man, naar det i Sandhed skal lykkes En at føre et Menneske hen til et bestemt Sted, først og fremmest maa passe paa at finde ham der, hvor han er, og begynde der", sigur Kirkegaard.

Vit gleða okkum til saman, at skapa eitt gott forum at byrja uppá tilgongdina til tað demensvinarliga samfelagið í Vágum.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12