Hoyringssvar um lógaruppskot um broytingar í løgtingslóg um P/F Visit Faroe Islands

 

(Var sent Uttanríkis- og vinnumálaráðnum hin 18. oktober 2017)

 

Sørvágs kommuna vil gjarna gera viðmerkingar til hesi punktini í uppskotinum, sum hava beinleiðis við okkara virksemi í kommununi at gera.

 

Neyvari tøl og meira vitan um ferðandi sum koma

Hetta meta vit hava avgerandi týdning fyri ferðavinnuna sum heild, líka so væl sum at tað hevur týdning fyri okkum at vita, hvussu nógv ferðandi eru í Vágoynni og hvar í oynni.
Flogvøllurin er annað knútapunktið í Føroyum, hvat viðvíkjur ferðafólki, ið kemur úr útlondum. Hitt er í Tórshavn, men har er tað soleiðis, at tað ikki trýtur av ferðafólki í býnum, meðan tað er óvist, hvussu nógv støðast í Vágoynni.
Fyri okkum at síggja eru tær útrokningar, ið gjørdar eru í álitinum um ferðavinnu í Føroyum, ikki nøktandi, tí at vit síggja ikki, hvar í Føroyum, ferðafólkini vitja og leggja pengar eftir seg.

 

Kommunurnar eru stigtakarar og hava ábyrgd av at menna ferðavinnuna í sínum øki

Her til er at siga, at kommunan hevur altíð havt sera stóran áhuga í at stuðla og menna ferðavinnuna í kommununi. Vit hava lim í nevndini og gjalda stuðul til kunningarstovuna á hvørjum ári. Harafturat hava vit veitt eyka stuðul til verkætlanir sum td. skeltaverkætlan, umframt at vit royna at bøta um gøtur og annað.

 

Kommunur gera av, hvussu kunningarstovurnar skulu fíggjast

Sum vit hava skilt av hesum, so er ætlanin at árliga fíggingin frá landinum skal steðga, og at kommunurnar skulu gjalda rakstur og ferðavinnuvirksemi í kommununum.
Hetta vilja vit staðiliga mæla ímóti!
Sum áður sagt, er Vágoyggin í einari serstøðu, av tí at her liggur ein flogvøllur, sum tekur ímóti túsundtals ferðafólki, sum síðan fer um alt Føroya land. Størsti parturin av vinninginum, sum hesi ferðafólk leggja eftir seg, kemur ikki til at liggja í Vágoynni ella Mykinesi, tí er tað púra burturvið at tær báðar kommunurnar Sørvágs og Vága kommuna skulu gjalda fyri hetta virksemi.
Tað er heldur ikki vanligt, at flogvallir gjalda fyri kunning á flogvøllum, so hetta, sum skotið verður upp, at Vága Floghavn skal bera kostnaðin av einum kunningardiski, tykist okkum sum luftkastellir.
Samanumtikið eru vit stórliga bangin um, at tað virksemi, sum kunningarstovurnar hava bygt upp nú í mong ár, dettur púrasta niðurfyri, av tí at kommunurnar ikki einsamallar klára at bera henda kostnaðin.

 

Viðvíkjandi Mykinesi

Sum væl verður greitt frá í uppskotinum er tað av størsta týdningi at seta á stovn innlendis menning, serliga hvat viðvíkjur at verja náttúruna í landinum, sum er størsta tilfeingið hjá tí ferðandi.
Tað er ongin loyna, at tosa vit um upplivingarferðavinnu, so er Mykines eitt av størstu atdráttarstøðunum í landinum og talið av ferðafólkum veksur ár undan ári. Vit vita, at trýstið á oynna er stórt, og at tað fer at vaksa enn meira. Haraftrat er vert at leggja sær í geyma, at minsti parturin av inntøkunum av hesari vinnu liggur í kommununi her, men endar hjá ferðasmiðjum í Havn.
Sørvágs kommuna vil mæla til, at Visit Faroe Islands saman við Sørvágs kommunu beinanvegin fer undir at fáa sett tiltøk í verk, sum kunnu verja fuglalívið í oynni og bøta um slit á gøtur í høgum o.a.
Tær royndir, sum koma burtur úr hesum arbeiði, kundu síðan verið brúktar til aðrar smáar oyggjar í Føroyum.
Her kundi hugsast at ferðaseðlaprísirnir á tyrluni eiga at setast upp, at mark verður sett fyri, hvussu nógv fólk kunnu koma í oynna um dagin, at ferðaskrivstovur skulu skipa fyri ferðafólkaskipsvitjanum í samráð við kunningarstovuna á flogvøllinum, so at tað alla tíðina kann haldast skil á, hvussu nógv fólk vitja oynna, at dronur verða bannaðar, uttan so at tær verða brúktar í granskingarhøpi, at gransking verður sett í verk, her hugsa vit serliga um fuglateljingar, hvussu fuglurin støðast, nær hann serliga skal hava frið, o.s.fr..
Mykines er í slíkari serstøðu, bæði tá hugsað verður um náttúru, men eisini um fólkið, ið býr har, og sum helst skuldi fingið frið at búð har, at neyðugt er at gera serligar reglur fyri økið, og at tað má gerast beinanvegin, áðrenn næsta summar, tá ið streymurin av ferðafólki byrjar aftur.
Vit vita, at hagastýri í oynni hava sett kostnað á fyri at tálma ferðafólkastreyminum, men vit vænta, at tað als ikki er nóg mikið.

 

So samanumtikið mælir Sørvágs kommuna frá, at landstuðulin verður tikin av, og kommunan mælir til, at tiltøk fyri at verja Mykines verða sett í verk beinanvegin.

 

Sørvágs kommuna

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12