Nú má talast at

Í gjárskvøldið segði Vágaportalurin seg skilja, at Sjóvinnustýrið hevur leigað ein bygning í Tórshavn. Hetta vildi stjórin, Hans Jóhannes á Brúgv, hvørki vátta ella avsanna.

Vónandi eru hesi tíðindi ikki sonn. Tí fer Sjóvinnustýrið fyrst úr Vágum, er tað ivasamt, at tað kemur aftur í oynna, hóast ein politisk avgerð er tikin um, at tað skal verða her.

Sjóvinnustýrið flutti í leigaðan bygning á ídnaðarøkinum hjá Sørvágs kommunu við flogvøllin hin 1. mai í fjør eftir at hava húsast í Miðvági í fleiri ár. Síðan tá hava fjølmiðlarnir uttan slit borið okkum tey tíðindi, at bygningurin er í so ringum standi og óegnaður sum skrivstovuhøli. Hetta, hóast fyrrverandi leigarar einki ringt hava at bera bygninginum, ið bert er fá ára gamal.

Í langari grein í síðstu viku ger eigarin av bygninginum vart við, at myndugleikarnir eru farnir at málsviðgera alment, men at hann er ongantíð sloppin til orðanna, hvørki í miðlunum ella hjá almennu myndugleikunum. Hann sigur seg hava gjørt nógvar ábøtur og bjóða seg at gera neyðugu ábøturnar, sum tilsamans fara at kosta honum nærum eina millión. Men hann fær einki afturljóð. Ístaðin stendur hann eftir við einum bygningi, sum sambært Sjóvinnustýrinum og miðlunum er virðisleysur.

Sum borgarstjóri í Sørvágs kommunu fari eg at heita á vinnuráðharran at síggja til, at Sjóvinnustýrið ikki verður flutt úr Vágum í óðum verkum. Tað eigur at bera til at lurta eftir eigaranum og geva honum eina virðiliga viðferð og gera hølini nýtilig.

Lat meg líka leggja afturat, at Sørvágs kommuna hevur bæði í januar mánaða og aftur nú í heyst bjóðað vinnuráðharranum eitt grundøki, ið klárt er at byggja á, bíliga til keyps.

 

Aimé Jacobsen,
borgarstjóri í Sørvágs kommunu

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12