Kirstin Jensen valt at fara frá - Majbrith og Arnleyg settar

 

Kirstin Jensen hevur valt at fara frá vegna aldur.

Kirstin var útbúgvin sum sjúkrarøktarfrøðingur í 1973 og byrjaði nøkur ár seinni, at arbeiða sum sjúkrarøktarfrøðingur á Sýnini.
Kirstin hevur eisini arbeitt sum deildarleiðari, leiðari og seinastu árini sum visitator og fyribyrgjari.

Vága og Sørvágs kommunur og Heimatænastan takka Kirstin fyri drúgva og trúgva tænastu og ynskja henni blíðan byr framyvir.

 

Starvið sum visitator og fyribyrgjari er nú deilt í 2 størv, hálva tíð hvørt starvið.
Majbrith Reynskor og Arnleyg Haraldsen eru settar í størvini.
Vit ynskja Majbrith og Arnleyg hjartaliga til lukku við størvunum, góðan arbeiðshug og blíðan byr.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12