Barnaverndartænastan í Vágum søkir eftir avloysara fyri skrivstovufólk

Í sambandi við, at eitt av okkara starvsfólkum fer í barnsburðarfarloyvi, verður søkt eftir einum dugnaligum skrivstovufólki, 30 tímar um vikuna. Starvssetanin byrjar 13. november 2017 ella skjótast til ber og endar 30 september 2018.

 

Førleiki

Umsøkjarin skal hava skrivstovuútbúgving ella aðra samsvarandi útbúgving, góðan málkunnleika í føroyskum. Eisini er ynskiligt, um umsøkjari hevur royndir við SBSYS journalskipanini.

 

Persónlig førleikakrøv og royndir

Umráðandi er, at tann, ið settur verður:

  • hevur góð samstarvsevnir, er nærlagdur og arbeiðssamur
  • er tænastuhugaður og fleksibul og hevur innlit í almennu fyrisitingini
  • eisini er ábyrgdarkensla ein eginleiki, ið vit virðismeta høgt

 

Løn og setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og lønt eftir lønarflokki IV.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Regin Johansen, leiðara, á telefon 794430 ella á teldupost This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.">

 

Umsókn

Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving, royndum og revsiváttan, skulu vera Barnaverndartænastuni í Vágum, Jatnavegur 2, 370 Miðvági ella This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. í hendi í seinasta lagi 8. november 2017. Setanarsamrøður verða fríggjadagin 10. november 2017.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12