Sambinding á Giljanesi

Útlendingar í Føroyum og fólk við uppruna í Føroyum

Sambinding/Intertwining byrjar aftur hóskvøldið 19. oktober kl. 19 í skúlanum á Giljanesi.

Sambinding er tiltak, sum er samstarv millum Reyða Kross Føroya og kommunurnar í Vágum, og sum hevur til endamáls at savna tilflytarar og føroyingar í sama rúmi, til tess betur at kenna og skilja ymiskar mentanir.

Mett verður, at í Vágum eru omanfyri 100 tilflytarar uttan úr Heimi.

Vónandi taka framhaldandi bæði tilflytarar og heimafólk væl undir við tiltakinum.

Tiltakið verður skipað við kunning, práti og kaffi.

  

Á skránni hóskvøldið er:

  • Borgarstjórin í Vága kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen bjóðar vælkomin
  • Erika Hayfield, adjunkur greiðir frá áhugaverdari granskingarverkætlan um útlendingar í Føroyum:

    • At navigera í einum samfelagi við tøttum sosialum sambondum

      • Søguliga hava Føroyar verið eitt lutfalsliga homogent fólk, hvat uppruna viðvíkur. Seinnu árini er talið av útlendingum tó vaksið nógv, og hesi eru alsamt meira sjónlig í samfelagnum. Í Føroyum hava vit sterk sambond, og samfelagið er merkt av tøttum vina- og familjunetverkum. Tá so fólk koma, sum ikki hava sin uppruna her á landi, kann tað bæði vera avbjóðandi og fjálgandi at Føroyar eru eitt so lítið land, og fólk kennast væl. Við støði í tilfari frá tveimum verkætlanum lýsir fyrilesturin samspælið millum tað kenda og tað ókenda, tá mentanir møtast.

    • Navigating close social networks in the Faroe Islands

      • Historically, the Faroe Islands has been an ethnically homogenous place. Latterly though, there has been a large increase in immigration to the islands. In the Faroe Islands people have strong social relations and the society is characterized by close family- and friendship-networks. For those originating from elsewhere, coming to such a small place, where everyone seems to know each other, can be both comforting and highly challenging. Based on interviews with immigrants, this talk addresses the interplay between the known and the unknown, when different cultures meet.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

SAMBINDING

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12