Nýtt graslíki á Dungasandi í Sørvági

Týsdagin 9 mai var byrjað at leggja nýtt graslíki á vøllini á Dungasandi í Sørvági.

Arbeiðið hevur gingið væl. Longu 9 dagar seinni, hin 18 mai, var áleggingin liðug. Sama dag kannaði og góðkendi FSF vøllin.

Graslíkið er av tí allar nýggjasta frá størsta veitaranum av graslíki í Europa, DOMO Sportsgras. Domo hevur patent upp á hettar grasið. Stráini eru 5 cm long og sum ein borur, tey reisa seg sjálvi aftur, eftir at ein hevur traðkað á tey.

DOMO er einasti veitari á marknaðinum, sum hevur hettar framkomna graslíki.

À myndini síggjast Birgir Andreasen frá P/F Føroya Møblasølu, sum hevur veitt vøllin, og Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs Kommunu.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12