Íslendsku forsetahjúnini á vitjan hjá Sørvágs kommunu

 

Mánadagin var Sørvágs kommuna vertur fyri vitjanina hjá íslendska forsetanum Guðni Th. Jóhannesson og konuni Eliza Reid.

Vitjanin byrjaði á flogvøllinum, har borgarstjórin saman við løgmanni og øðrum tók ímóti hjúnunum, sum komu við flogfari úr Íslandi. Fitta gentan, Ranja Edvinsdóttir, handaði Eliza Reid eitt vakurt blómutyssi.

 

 

Síðan fóru forsetin og løgmaður Aksel V. Johannessen á stuttan fund í Gamla skúla, ímeðan Eliza Reid fór saman við borgarstjóranum Aimé Jacobsen og fylgi til Gásadals, har m.a. var vitjað inni í Gásadalsgarði.

Afturkomin í musikkskúlan høvdu dugnaligu næmingarnir eina flotta framførslu fyri øllum fylginum.

Næsti steðgur var á Hiddenfjord, har boðið var vælkomin og greitt var frá virksemi teirra. Her fekk fylgið eisini høvi at smakka sær á leskiligar laksabitar frá Hiddenfjord.

Aftaná fóru øll yvir á Krígssavnið, har Karl Jóhan Nielsen greiddi frá. Ein vitjan, sum hugtók forsetahjúnini sera nógv, av tí at tey bæði eru søgufrøðingar.

Um kvøldið bjóðaði Sørvágs kommuna til døgurða í pakkhúsinum í Bø. Matarskráin var hummari, lambskjøt og hvonnbudingur.

Borgarstjórin bjóðaði vælkomin og helt røðu fyri gestunum og handaði teimum gávur, eitt seyðaskinn og bókina Føroyska rokksøgan. Sørvágs kommuna fekk eisini bókagávu frá forsetahjúnunum.

Ein felagssangur var sungin við borðið; frammanundan hevði Marna Jacobsen greitt frá sanginum, sum tey høvdu ynskt at sleppa at syngja. Sangurin var Rasmus hjá Birna Dam og Simma, sum gjørdist líka so væl umtóktur í Íslandi sum í Føroyum. Ja, so umtóktur, at Simmi fór til Íslands á tourne í ein heilan mánað saman við fýra kvinnum. Jakobina Ellingsgaard spældi undir, og sangurin ljómaði um alt pakkhúsið. Serliga var forsetin hugtikin av, at Rasmina var lýst sum lívsins kamina hjá Rasmusi.

Tveir musikkskúlanæmingar spældu eisini tveir sangir við borðið, sum teir sjálvur høvdu smíðað lag og orð til.

Ein sera væl eydnaður dagur var at enda komin, tá ið forsetahjúnini við fylgi fóru av stað til Havnar.

 

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12