Musikkstevna verður dýra biðidag

Árliga Musikkstevnan fyri horn- og harmoniorkestur verður hildin í Sørvági dýra biðidag 12. mai, sum er fríggjadagin í hesi vikuni.

Fyrsta stevnan varð hildin í 1966. Í ár er Sørvágs Tónleikarfelag fyri sjeyndu ferð vertur fyri stevnuni. Fyrstu ferð Sørvágs Tónleikarfelag skipaði fyri stevnuni var í 1969.
Í ár verða 9 orkestur á Musikkstevnuni og á fyrsta sinni luttekur eisini eitt hornorkestur úr Íslandi. Tað er Brassband Reykjavíkur, sum varð stovnað í 2013.

Konsert verður í fimleikarhøll skúlans, og hon byrjar fríggjadagin klokkan 14:00.

Hini átta orkestrini, sum luttaka eru: Sørvágs Tónleikarfelag, Harmoniorkestrið GHM, Fuglafjarðar Hornorkestur, Klaksvíkar Hornorkestur, Nes Sóknar Musikkfelag, Havnar Hornorkestur og Tvøroyrar Hornorkestur.

Inngongd til fimleikarhøllina er fram við svimjihøllini niðanfyri.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12