Námsfrøðiligur stuðul til Barnaverndartænastuna í Vágum

Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli, 25 tímar um vikuna, til Barnaverdartænastuna í Vágum. Starvið verdur sett tann 1. apríl ella skjótast aftaná tað.

Eitt nýstovnað starv, sum námsfrøðiligur stuðul, 25 tímar um vikuna, hjá Barnaverndartænastuni fyri Sørvágs- og Vága kommunum, er leyst at søkja.

Talan er um eitt avbjóðandi starv, á einum spennandi arbeiðsplássi, við góðum starvsfeløgum. Vit vænta okkum ein starvsfelaga, sum megnar at arbeiða "sosialpedagogisk" og sum kann varða av børnunum/teimum ungu, 0 til 23 ár, í tøtttum samstarvið vid málsviðgera. Eisini ynskja vit at tú kanst átaka tær samskiparaleiklutin og føra út í verki at fáa gerandisdagin hjá børnunum/teimum ungu at virka. Í starvinum kann væntast nógv samskifti og samstarv við samstarvspartnarir, so sum familjan, dagstovnar, skúlar og frítíðarskúlar, og vit vænta, at tú luttekur virkin, tá netverksfundir eru.

Vit vænta at tú:

  • Ert útbúgvin námsfrøðingur ella hevur aðra viðkomandi útbúgving
  • Hevur áhuga at arbeiða vid børnum, ungum og familjum
  • Hevur góð evni at samstarva og arbeiða sjálvstøðugt
  • Tú dugir at orða teg, bæði í skrift og talu
  • Hevur møguleika at arbeiða í skiftandi vaktum

 

Vit ynskja starvsfólk sum:

  • Við jaligum hugburði vil vera við til at menna virksemi hjá Barnaverndartænastuni
  • Geva sítt ískoyti til trivnaðin á deildini
  • Hevur koyrikort og egnan bil

 

SETANAR- OG LØNARVIÐURSKIFTI

Starvið verður sett eftir sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelag Føroya

 

UMSÓKN

Saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving, royndir og revsiváttan skulu vera Barnaverndartænastuni í hendi, í seinasta lagi 16. mars 2017.
Merkið umsóknina "námsfrøðiligur stuðul".
Seturnarsamrøður verða væntandi í viku 13.

Umsóknin kann sendast umvegis teldupost, til This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it. og umvegis Posta, til Barnaverndartænastan í Vágum, Jatnavegur 2, 370 Miðvágur.

 

MEIRA FÆST AT VITA við at venda sær til Regin Johansen, leiðari, telefon 344430.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12