Sørvágs kommuna nýggjan graslíkisvøll frá Idé Møblum

Sune Jacobsen, Aimé Jacobsen, Elsebeth Andreasen, Birgir Andreasen, Poul Arni Jacobsen og Jan Djurhuus

 

Sørvágs kommuna hevur í dag undirskrivað sáttmála um nýggjan graslíkisvøll.

Skipað var fyri innbodnari licitatión í januar 2017. Trý tilboð vóru latin inn. Idé Møblar vann útbjóðingina, sum umfatar at skifta gamla vøllin út og leggja nýtt graslíki á. Idé Møblar var annars eisini veitari av núverandi vøllinum, sum var lagdur á í 2005.

Vøllurin í Sørvági verður av slagnum DOMO VARIOSLIDE S PRO, sum sambært Birgiri Andreasen frá Idé Møblum er topp produktið og nýggjasta ættarliðið av graslíkisvøllum hjá DOMO, sum er størsti veitari av graslíkisvøllum í Evropa.

Tað sum serliga eyðkennir nýggjastu graslíkisvøllirnar frá DOMO eru teir sera góðu eginleikarnar, ið graslíkið gevur spælarum, sum venja og spæla dystir á slíkum graslíki.

Sambært DOMO ger uppbygnaðurin á tí serliga patenteraða HELIFLEX grasinum, at grasstráini altíð varðveita sína loddrættu støðu. Ein annar sera týðandi fyrimunur við hesum graslíki er, at stráini halda upp á gummifylluna, so tørvurin fyri eftirfylling av gummi verður nærum ongin.

 

Elsebeth Andreasen, stjóri og Aimé Jacobsen, borgarstjóri undirskrivaðu sáttmálan

 

Idé Møblar og DOMO veita 10-ára garanti upp á nýggjar graslíkisvøllir og bjóða harafturat eitt árligt skipað eftirlit og viðlíkahald av vøllum, sum serkøn starvsfólk taka sær av. Hetta tryggjar at graslíkið altíð er í besta standi og hevur bestu dygdina at venja og spæla dystir á, sigur Birgir Andreasen.

Idé Møblar er ein føroysk fyritøka, sum hevur 38 ár á baki í Føroyum. Felagið legði fyrsta graslíkisvøllin á í Havn longu í 1986 og hevur síðani lagt nógvar graslíkisvøllir í Føroyum. Seinastu 6 árini hevur Idé Møblar lagt 9 av teimum nýggjaru vøllunum, sum liggja runt um í Føroyum. Harumframt hevur Idé Møblar lagt fleiri av teimum smærru vøllunum til kommunur í Føroyum.

Vøllurin verður eftir ætlan lagdur á í mai.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12