Mikkjalsdagar 29. og 30. oktober

Vága dansifelag og Visit Vágar skipa fyri tiltakinum Mikkjalsdagar í samband við at 60 ár eru liðin síðan deyðadag Mikkjals á Ryggi 20. oktober 1956.

Báðar dagarnar er forvitinslig framsýning við glasmyndum, tekningum o.ø. sum Mikkjal hevur latið úr hondum, sum Miðvágs fornminnafelag eigur, og hevur sett upp og verið so beinasamt, at lánt okkum í samband við Mikkjalsdagarnar. Framsýningin verður opin báðar dagarnar.

Leygarkvøldið 29. oktober verður kvøldseta í Marghøllini í Sørvágs skúla. Har veður felagssangur, umframt túnatos millum heimildarmenn um Mikkjal í gerandislívinum, upplestur og Vágakórið fer at syngja til kvøldsetuna.

Sunnudagurin 30. oktober bjóðar eina áhugaverda og fjølbroytta skrá. Í góðum samstarvi millum kirkjuráðið í Miðvági og Vága dansifelag, byrjar dagurin við at kirkjuráðið bjóðar til morgunmat kl. 10:00 í kirkjukjallaranum í Miðvági, áðrenn farið verður til minningargudstænastu um Mikkjal á Ryggi í Miðvágs kirkju. Gudstænastan verður send beinleiðis í útvarpinum, og í sjónvarpinum seinnapartin. Sunnudagin seinnapartin verður sálmasangur í Miðvágs kirkju við luttøku av Vágakórinum.

Um kvøldið verður almennur føroyskur dansur í Beitinum í Miðvág bæði fyri børnum og vaksnum. Børnini byrja kl. 19:00 og tey vaksnu kl. 20:00.

 

Skrá:

 

29. oktober:

  • kl. 15:00-18:00: Framsýning í Miðvágs skúla
  • kl. 19:00: Kvøldseta í Marghøllini í Sørvágs skúla. Felagssangur, prát um Mikkjal í gerandislívinum og upplestur, Vágakórið luttekur.

 

30. oktober:

  • kl. 10:00: Morgunmatur í kirkjukjallaranum í Miðvági
  • kl. 11:00: Minningargudstænasta um Mikkjal á Ryggi í Miðvágs kirkju.
  • kl. 15:00: Sálmasangur í Miðvágs kirkju, Vágakórið luttekur.
  • kl. 17:00-20:00: Framsýning í Miðvágs skúla
  • kl. 19:00-20:00: Almennur barnadansur í Beitinum í Miðvági
  • kl. 20:00: Almennur føroyskur dansur í Beitinum í Miðvági

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12