Dygdarmennari

Ragna Laksáfoss er sett í starv sum dygdarmennari í Heimatænastuni í Vágum.

Ragna hevur útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, demenssamskipari og er kandidatur í fólkaheilsu.
Í tøttum samstarvi við leiðslutoymið og starvsfólkum verður uppgávan hjá dygdarmennaranum at skipa og menna innanhýsis undirvísing í heilsu- og sjúkrarøkt, smittuvandum, sjúkufyribyrging, heilsufremjing, endurmenning og demens. At tora at ganga nýggjar leiðir er neyðugt og samstundis tryggja, at tænasturnar í Vágum eru grundaðar á granskingarúrslit, sum hóska til tað føroyska samfelagið.Við hesum uppbyggja vit eitt lestrarumhvørvi fyri starvsfólk, lesandi og næmingar.

Vísandi til demensætlanina 2015 skal demensøkið í Vágum mennast og fara vit nú at byrja tilgongdina "tað demensvinarliga samfelagið", sum eisini inniber, at undirvísa avvarðandi og seta avvarðandi bólkar í gongd.

Dygdarmennarin skal eisini byrja at skipa og menna sjálvboði arbeiði í Vágum. Tað eru fólk, ið hava yvirskot av lívsgleði, nærveru og innlivingarevni, sum vilja deila hetta við onnur. Ein sjálvboðin innan eldraøkið skal vera ein partur av felagsskapinum, og neyðugt er við vegleiðing í mun til uppgávurnar. Tørvur er á sjálvbodnum til at ganga túrar, fara til mentanarlig tiltøk, á møtir og kirkju, handaligar uppgávur ella bara vera nærverandi. Einsemi kann verða stórt hjá mongum, og sita nøkur bara og bíða eftir, at telefonin ringir.

Tað verður brúk fyri øllum aldursbólkum. Bæði teimum, sum eru komin upp í árini, og sum kunnu geva av sínum drúgvu lívsroyndum, børnum, sum kunnu spæla og syngja og føstum vitjunarvinum, sum kunnu gera, at tey hava nakað at síggja fram til. Vit vóna eisini at fáa eitt gott samstarv vil allar trúðarsamkomum og kirkju. Eisini at eldrafelagið verður okkara samstarvsfelagi.

Tað er umráðandi at geva teimum sjálvbodnu góðar sømdir at arbeiða undir og fara øll sjálvboðin at fáa ta neyðugu undirvísingina, supervisión, vegleiðing, reflektión o.s.fr.

Vit ynskja Ragnu vælkomna í Heimatænastuna í Vágum.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12