Innbjóðing til "Undirhús" fyri menn og kvinnur

Sørvágs kommuna fer saman við Sørvágs skúla at gera eina roynd at hava Undirhús fyri menn og kvinnur, soleiðis, at skúlin verður meira opin – eisini fyri teimum, ið ikki hava sína dagligu gongd her.

Hvønn fríggjamorgun kl. 10:00-11:30 eru øll væl komin til eina hugnaløtu við drekkamunni á bókasavninum.

Byrjað verður fríggjamorgunin 12. februar 2016.

Kaffi/te við onkrum afturvið verður at fáa, og bløðini kunnu lesast.
Borð verða at sita við, har kaffi/te kann njótast ella spælast kann kort.
Verður undirtøkan góð, er ætlanin at víðka tiltakið soleiðis, at fyrilestrar verða hildnir, og um áhugi er fyri tí, eisini at skipa fyri rørslu í fimleikarhøllini og meiguleika at svimja.

 

Ábyrgdarpersónar verða:

Thova Hansen, Finnbogi & Edna Niclasen, Torkil Haraldsen, Thordis Skaalum, Høgni & Elsa Nielsen og Jørleif & Dinna Ole-Jacobsen.

 

Inngongd er við svimjihøllina vestanfyri skúlan.

 

Hevur tú hug at hjálpa til, ert tú vælkomin at ringja til Thordis, 227216/333119.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12