Hátíðarhald hjá starvsfólki

Ásbjørg, Ásla, Hanna og Maria

Ásbjørg, Ásla, Hanna og Maria

 

Í vikuni skipaði Sørvágs kommuna fyri hátíðarhaldi í samband við, at Ásla Haraldsen, Hanna Ole- Jacobsen og Maria Petersen eru farnar úr starvi eftir langan arbeiðsdag.

Ásbjørg Davidsen varð eisini heiðrað í samband við, at hon hevur verið í starvi í meira enn 30 ár.

Tær tríggjar, Ásla, Hanna og Maria hava starvast í nógv ár hjá kommununi.

Ásla hevur hoyrt til reingerðistoymi síðani nýggji skúlin varð tikin í brúk í 1989, meðan Hanna og Maria byrjaðu í barnaansingini, og fóru seinni út á skúlan.

Bygdaráðið takkar teimum trimum fyri tíðina og ynskir teimum alt gott framyvir.

Ásbjørg er framvegis í starvi hjá okkum.

 

 

 

Sune og Ásbjørg eru vaksin upp í sama grannalagi.

Sune og Ásbjørg eru vaksin upp í sama grannalagi.

 

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12