Kommunurnar í Vágum hava keypt bilhús frá Vága Bjargingarfelag

Fyri nógvum árum síðan bygdi Vága Bjargingarfelag dupulta "garagu" á økinum hjá heiminum á Sýnini í Miðvági. Treytin frá heiminum á Sýnini var, at tey sluppu at nýta aðra "garaguna" meðan bjargingarfelagið nýtti hina.

Tað vísti seg, at sum fráleið, hevði heimið á Sýnini brúk fyri báðum "garagunum". Fundur var tí hildin millum stýrið fyri heimið á Sýnini og Vága Bjargingarfelag um, at heimið á Sýnini keypti "garagurnar" frá VBF. Prísurin var tá avtalaður til kr. 300.000,-. Nú eru nógv ár síðan henda fund, men meira hendi ikki í málinum so leingi, sum Landið átti heimið á Sýnini.

Nú, eldraøkið er yvirtikið av kommununum, vendir VBF sær til kommunurnar við áheitan um, at tær vilja keypa "garaguna" fyri kr. 300.000,-.
Kommunurnar vóru samdar um at keypa.

Mánadagin tann 14. desember 2015 skrivaðu Regin Jespersen, formaður fyri Vága Bjargingarfelag, Sune Jacobsen borgarstjóri í Sørvágs kommunu og Rósa Samuelsen borgarstjóri í Vága kommunu undir sáttmála, har Vága bjargingarfelag avhendar “garaguna” til kommunurnar.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12