Sáttmáli undirskrivaður týsdagin

Týsdagin 27. oktober 2015 varð sáttmáli undirskrivaður viðv. arbeiðinum at umvæla og dagføra ellis- og røktarheimið Sýnina í Miðvági.

Vegna Sørvágs kommunu og Vága kommunu skrivaði formaðurin í bygginevndini, Jóhannes Ellefsen, undir. Bygginevndin hevur byggiharraleiklutin í verkætlanini og í bygginevndini eru 2 umboð fyri hvørja kommunu. Hesir eru Jóhannes Ellefsen (form.), Dánjal Thomsen, Jákup á Stongum og Hendrik T. Olsen.

Arbeiðið varð boðið út í fakentreprisur og sjey ymsir arbeiðstakarar koma at útføra arbeiðið. Hesir eru:

  • Búsetur (bygningsarbeiði)
  • Múraravirkið Regin Joensen (múraraarbeiði)
  • EL.FO (el- og kt-innleggingar)
  • Klima.fo (automasjónsarbeiði)
  • RenoVent Sp/f (hvs- og ventilatiónsarbeiði)
  • Gólv Sp/f (gólvarbeiði)
  • Málarin Sp/f (málaraarbeiði)

Arbeiðið umfatar umvæling av klimaskermi, umframt installatiónum og yvirflatum í stórum parti av bygninginum. Harumframt verða smærri dagføringar eisini gjørdar.

Kostnaðurin er mettur til 36,5 mill, harav 31,5 mill eru studningur og lán frá landinum.

Arbeiðið er væntandi liðugt í viku 49 í 2016.

 

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12