Dagtilhald fyri eldri og barnagarður húsast undir somu lon

Kommunurnar í Vágum skriva søgu, nú avtala er gjørd um, at dagtilhaldið Virkni kemur at húsast í barnagarðinum Miðgarði. Vit í Vágum ganga nýggjar leiðir við at børnini og tey eldru koma at skapa ein gerandisdag saman. Aðrir barnagarðar í oynni hava eisini møguleika at verða partur av ætlanini.

Hendan avtala kemur at gera, at børnini og tey gomlu, saman við starvsfólkum, kunnu vera sum eitt húski, har eisini er brúk fyri ommum og abbum.
Tað er ein ótrúliga stórur kærleiksfullur bólkur av eldri fólkum, sum sita einsamøll heima um dagin, samstundis sum vit missa við, at sambandið millum tey eldu og tey smáu børnini blívur meira og meira fjart.
Tað eru fleiri ting, sum børn og eldri kunnu hava saman. At lesa søgur, sangur, kvæði, rímir, sansiróð, baka, verkstað og nógv annað, sum kann verða partur av hesi nýggju/gomlu mentan.
Tað er við góðum treysti, at starvsfólkini á báðum arbeiðsplássum fara undir at seta í verk hesa mentan, at vera partur av einum virknum gerandisdegi, sum gevur meining. Vit fara øll at minnast gamlar dagar, tá vit sótu í føvninginum á teimum elstu í húskinum og hoyrdu rím og ramsur.
Kanningar vísa, at eitt vælskipað virkið dagtilboð til tey eldru seinkar tørvin á at koma á røktarheim í 2 ár. Við at hava vælskipað dagtilboð, rehabilitering og ikki minst, at verða har fyri tey, tá tey á ein ella annan hátt vera førleikaskerd, ella ov einsom, ella tá minnissvíkur byrjar, er umráðandi, tí tað er eisini famliljan rundanum, sum treingir avlastning, og hetta verður ein verulig avlasting.

Í sambandi við hetta stóra frambrotið, verður móttøka í dagtilhaldinum Virkni í Miðgarði fríggjadagin tann 30. oktober millum kl. 15:30 og 17:30.

  • Halldis Joensen, leiðari fyri Heimatænastuna, bjóðar vælkomin og greiðir frá tilboðnum
  • Mirjam Kjølbro, leiðari fyri Miðgarð, sigur nøkur orð
  • Lydia Laksafoss, formaður fyri Vága pensjónistafelag sigur nøkur orð

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12