Kunnandi fundur á Sýnini

Mánadagin 21. september var kunnandi fundur fyri starvsfólkunum í Heimatænastuni í Vágum.
Sune Jacobsen, stýrisformaður, greiddi frá, hvussu kommunurnar samstarva um heimatænastuna og um dagføringina av heiminum.

Halldis Joensen, leiðari, hevði eina framløgu av, hvussu hon uppfataði tað at vera leiðari og hvørjar tankar hon gjørdi sær í samband við nýggja arbeiðsplássið.

Upplýst var eisini á fundinum, at Vága kommuna fór at leiga Heimatænastuni í Vágum ymisk høli, meðan umbyggingin fór fram.
Bygginevndin, saman við hjálparfólkum, fyri umvælingunum á Sýnini, er á gáttini til at klárt er hjá kommununum til at skriva undir sáttmálarnar við arbeiðstakararnar.
Tá hetta er gjørt, verður endaligar ætlanir gjørdar fyri búfólkunum og avvarðandi verða kunnaði.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12