Heimatænastan í Vágum heiðrar starvsfólki

Á myndini eru frá vinstru: Ása Holm, leiðari í Heilsuhjálparafelagnum, Elisabeth Poulsen, Malla Lið Hansen, heimahjálparar og Sonja Klein, leiðari í Heimatænastuni.

Mikudagin tann 19. august 2015 var samkoma á Heiminum á Sýnini í sambandi við, at Heimatænastan í Vágum heiðraði tveimum starvsfólkum fyri langa og trúgva tænastu.

Starvsfólkini eru Elisabeth Poulsen í Bø, sum hevur starvast í meira enn 32 ár sum heimahjálp og Malla Lið Hansen í Miðvági, sum hevur starvast í meira enn 35 ár sum heimahjálp.

Elisabeth er fyri kortum farin frá vegna aldur, meðan Malla enn er í starvi.

Við til samkomuna vóru boðin starvsfólk í Heimatænastuni, avvarðandi og umboð fyri Heilsuhjálparafelagið.

Leiðarin í heimatænastuni, Sonja Klein ynskti í røðu síni at takka Elisabeth og Mallu fyri langa og trúgva tænastu. Hon legði í røðu síni dent á, at tær báðar vóru tvær, sum gjørdu sítt arbeiði til lítar í tí stilla. Um tað vóru umstøður, ið kundu verið betur, vístu tær tó altíð á hesar á ein hampiligan hátt.

Leiðarin í Heilsuhjálparafelagnum, Ása Holm takkaði teimum báðum vegna felagið. Hon takkaði eisini øllum limunum í Heilsuhjálparafelagnum í Vágum fyri góða móttøku, tá fundir vóru í økinum. At enda takkaði hon Sonju Klein, sum hevur valt at fara frá sum leiðari fyri Heimatænastuna í Vágum, fyri gott samstarv gjøgnum nógv ár.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12