Heilsudepilin í Miðvági alment góðkendur

Í samband við at Heilsudepilin í Miðvági verður alment góðkendur, verður samkoma á Heilsudeplinum mikudagin tann 22. juli 2015 kl. 14:00.

Á samkomuni fer Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu at greiða frá endamálinum við samkomuni og skránni.

Síðan fer Karsten Hansen, landsstýrismaður at tosa yvirskipað um endamálið við, og innihaldið í heilsunýskipanini, m.a. um ætlanirnar við heilsudeplunum kring landið. At Heilsudepilin í Miðvági er í samsvari við Heilsunýskipanina. Við støði í royndunum á heilsudeplinum í Vágum er at vóna, at onnur økir í landinum fáa íblástur til at skipa heilsudeplar. Harafturat verður greitt frá status á økinum, og hvørjar ætlanir eru fyri framman.

Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu, greiðir frá um tey ymsu tilboð, sum longu finnast í Heilsudeplinum í Miðvági. Síðani verður hugleitt um, hvørji onnur tilboð kunnu fara at verða veitt á Heilsudeplinum í komandi tíðum.

Eftir røðurnar bjóða kommunurnar te, kaffi og køkur og fólk kunnu ganga runt í Heilsudeplinum og síggja tey ymsu hølini og práta við heilsustarvsfólkini, sum starvast har.

 

Vága kommuna og Sørvágs kommuna

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12