Borgarafundur um Ramsar í Mykinesi

10. apríl 2015 var borgarafundur í Mykinesi um Ramsarætlanina.

Áhugin fyri ætlanina var stórur, og tað sást eisini aftur í uppmøtingini, har bæði fólkið í oynni og fólk við tilknýti aðrastaðni frá, vóru møtt upp.

 

Skráin fyri fundin var:

Vælkomin Petur/US
  • Um skránna o.a.
Ramsar - altjóða lóggáva Anni/FISK
  • Um politsku tilgongdina frá byrjan til nú
  • Hví varð arbeiðið sett í gongd?
  • Hvar hava Føroyar bundið seg til?
Hví varð Mykines útpeikað og um teljing av fugli Janus/NGS
  • Kort
  • Lokal
Hvussu Ramsar-arbeiðið verður skipað Maria/US
  • Ramsar-prinsippir - Wise use, øll vinna o.a.
  • Ramsar-ætlan fyri Mykines
  • Eyðmerkja hóttanir og finna loysnir
  • Tjak
Nevndarval  
  • Velja "Ramsarnevnd fyri Mykines
Ramsar-ætlan fyri Nólsoy Suni/US
  • Tilgongdin í Nólsoy
  • Ramsar-ætlanin fyri Nólsoy - hóttanir og tilmæli
Lokal sjónarmið Jákup S. í Løðu, Mykines  
Tjak Øll
  • Hvørjar hóttanir eru?
  • Hvørjar loysnir eru?
Samanumtøka Petur/US  

 

Kjakið gekk lívliga, og fólk smæddust ikki við at siga sína hugsan. Fundurin endaði við avtalu um, hvussu fundarvirksemið skuldi skipast í framtíðini.

 

 

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12