Hvat er gott við at búgva í Sørvágs kommunu?

Í samband við at Sørvágs kommuna fyllir 100 ár í ár, fer kommunan at skipa fyri fleiri tiltøkum gjøgnum árið. Eitt av teimum fyrstu tiltøkunum fór av bakkastokki í gjár, tá kommunan bjóðaði øllum skúlabørnunum við foreldrum ella avvarðandi, inn til eitt stórt og spennandi tiltak í Sørvágs skúla.

Yvirskriftin til tiltakið var: Hvat er gott við at búgva í Sørvágs kommunu? – her undir bygdirnar: Sørvágur, Bøur, Gásadalur og Mykines.

Sera nógv fólk vóru møtt upp, tá borgarstjórin Sune Jacobsen, bjóðaði øllum at vera hjartaliga vælkomin. Síðani var gott undirhald frá føroyska gyklarunum Ásbjørn á skránni. Ásbjørn hugtók øll børnini, og var hansara framsýning bæði hugtakandi og stuttlig. Síðani segði formaðurin í Vinnunevndini, Jákups Suni nøkur góð orð og so var orðið givið til Niclas Hera, sum leiddi restina av kvøldinum.

Niclas Heri greiddi stutt frá um týdningin at síggja tað góða og tað vakra, sum er í nærumhvørvinum og at vera takksamur fyri alt ein hevur og er vælsignaður við. Men at tað eisini var í lagi, at seta orð á alt tað sum ikki er gott og sum ein kundi ynskt var betur.

 

 

Foreldur og børn fingu nú at vita, at tey vóru tað nýggja bygdarráðið í Sørvágs kommunu og at hvør familja nú skuldi skriva niður og viðgera, hvat tey hildu manglaði í teirra heimstaði ella hvat tey høvdu ynskt var betri. Dentur varð lagdur á, at børnini skuldu koma til orðanna og at foreldrini skuldu geva sær tíð at lurta eftir, hvat børnini hildu. Familjurnar tóku spurningin til sín og dúgliga skrivaðu tey síni ynskir niður. Eftir hetta, so fingu familjurnar boð um at raðfesta øll teirra ynskir – og at velja 3 av teimum ynskjunum, sum høvdu størsta týdning fyri tey, út. Tá hetta var gjørt, vórðu øll ynskini savnaði saman og handaði Suna Jacobsen borgarstjóra. Sune segði, at hann nú fór at hyggja eftir hesum ynskilistum og skuldi hann leggja hesi ynskir fram fyri bygdarráðnum og út á heimasíður.

Síðani fingu familjurnar ein meira jaligan setning at arbeiða við. Hvør familja skuldi nú hvør í sínum lagi, viðgera og skriva niður, hvat tey heldur vera gott við at búgva í teirra heimstaði. Bæði vaksin og børn tóku spurningin til sín og varð dúgliga skriva niður. Tá tey skriva eina rúgvu av jaligum orðum um teirra heimstað, fingu hvør familja eina plátu, máling og penslar – og skuldu tey nú mála á pláturnar, hvat tey hildu vera gott við at búgva í teirra heimstaði. Dentur bleiv lagdur á, at tað skuldi vera kreativt og at tað var upp til hvørja familju, um tey settu eitt orð ella ein heilan settning á teirra plátu. Og aftur her fingu foreldrini boð um, at lurta væl eftir, hvat børnini hildu.

 

 

Tá øll vóru liðug, vórðu allar pláturnar hongdur upp inni í nýútbygda skúlanum. Øll vóru samd um, at hetta var eitt gevandi og jaligt tiltak. Onkur helt eisini, at tað var tað reina terapi at standa framman fyri litríka vegginum, við øllum teimum vøkru og góðu orðunum sum børnini í Sørvágs kommunu høvdu skrivað niður um teirra heimstað.

Eftir hetta bjóðaði kommunan øllum teimum, sum luttóku til ein góðan nátturðabita.

Tað er Vinnunevndin, Sørvágs skúli og felagaði Fegin v/Niclas Hera Jákupsson, sum í felag, samskipaðu hesum tiltakinum.

 

Ynskilisti hjá børnum, foreldrum og avvarðandi:

Spælipláss   27
Svimjihøll   19
Størri høll   14
Frítíðartilboð/ungdómshús   12
Mat í kantinuni   11
Skoytibana   6
Betri fótbóltsvøll   5
Ríðiskúli   4
Biograf   4
Súklubani   3
Dansistovu   2
Bussleið   2
Skreiðigøtu   2
Salt til brekkur, íløt   1
Skúlan lidnan   1
Listasavn   1
Summarlegur   1
Inni í skóm   1
Brúka allar inngongdir   1
Golf   1
Undirhald av ymiskum slag (13-16 ár)   1
Pláta at tekna á í skúlagarði   1
Reinar áir   1
Bowling   1
Fimleikarafelag   1
Góð við hvønn annan   1
Eldrabýli   1
Lægri gonguteigar   1
Fleiri aktivitetir í hølum vit eiga   1
Hyl í skúlagarði at fóðra fuglar   1
Ungdómskór   1
Reiggjur í skúlagarði   1
Rennibreyt   1

 

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12