21 næmingar gingið 217 km hvør í tríggjar vikur

Tað gjørdist 6. flokkur í Sørvágs skúla, ið streyk avstað við sigrinum í stóru fetteljarakappingini hjá Fólkaheilsuráðnum.

36 flokkar taldu fet allar tríggjar vikurnar, kappingin var.

Sørvágs skúli vann í harðari kapping við hinar flokkarnir, sum vóru beint í hølunum á teimum.

Tríggir teir fremstu flokkarnir gjørdust:

  1. Sørvágs skúli: 362.567 fet í miðal pr. næming í tríggjar vikur
  2. Stranda skúli: 311.399 fet í miðal pr. næming í tríggjar vikur
  3. Hoyvíkar skúli, 6. b: 304.935 fet í miðal pr. næming í tríggjar vikur

Hjartaliga til lukku allir tríggir flokkar!

Hesi tølini svara til, at hvør næmingur í 6. flokki í Sørvági hevur gingið tilsamans góðar 217 kilometrar hesar tríggjar vikurnar. Og hava vit bara talt fet gerandisdagar!

Á Fólkaheilsuráðnum eru vit fegin um góðu undirtøkuna, sum kappingin hevur fingið.

Vit takka næmingum fyri teirra ídni og vilja til at vera við, og ikki minst lærarunum og skúlunum fyri teirra stóra íkast til at gera kappingina møguliga.

Fólkaheilsuráðið

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12