Leiðari settur til Heimatænastuna

Stýrið fyri "Heimatænastuna í Vágum" samtykti á fundi tann 23. oktober 2014 at seta Sonju Klein sum leiðara fyri "Heimatænastuna í Vágum". Starvið er sett frá 1. november 2014 at rokna. Teir fyrstu tveir mánaðirnir verða nýttir til at fyrireika yvirtøkuna av eldraøkinum.

Sonja hevur sera drúgvar royndir á økinum. Hon var økisleiðari fyri Vágar/Norðstreymoy frá 1996 til 2013. Hon hevur eisini í nógv ár arbeitt sum sjúkrasystir og heimasjúkrasystir.
Sonja var útbúgvin sum Sjúkrarøktarfrøðingur á Sjúkrasystraskúla Føroya í 1972 og sum heilsufrøðingur á Danmark Sygeplejehøjskole í 1990. Umframt hesar útbúgvingar, hevur hon tikið hópin av viðkomandi skeiðum, bæði faklig og innan leiðslu og fyrisiting.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12