Tey fríðka um

Ein afturvendandi táttur hevur verið tey síðstu árini, at næmingar í framhaldsdeildini fáa nakrar tímar frá kommununi, har fríðkað verður um í bygdunum.

Várharra gevur okkum øllum ávísar førleikar. Tann, ið hesar reglur skrivar, heldur, at Magda Guttesen sær okkurt, sum vit vanliga ikki gáa um.

Í góðveðrinum í síðstu viku tók hon hesar myndir av ungum og heldur tilkomnum, sum vóru í arbeiði hjá kommununi.

 

Hvat er hatta, vit síggja? Myndin er tikin undir brúnni við Stórá, har Konshylur liggur so spegilsblankur henda fagra morgun.

 

Dia í Leynum er farin at hampa um áarbakkan, har farið er at skríða undan.

 

Birita, Sisilia og Katla kundu havt givið yrkjaranum íblástur til sangin “Í bø eg gangi, har blómur spretta.”

 

Maria Sarita og Sissal rinda møðina, meðan myndin verður tikin.

 

Heini er farin at raka í tí, sum um væl verður fyriskipað, einaferð í ókomnum tíðum verður Lítliskógur í Hagagerði.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12