Men lær teg at elska tað, sum tú sært

Í góðveðrinum mikudagin tóku vit hesar summarmyndirnar. Ein flokkur úr skúlanum á Løgmannabreyt var komin vestur at hyggja eftir flogvøllinum. Eftir vitjanina har, gingu tey sær ein túr oman til Sørvágs.

Og sum so ofta, gjørdu tey tað, sum flestu avbygdarfólk gera, tá veðrið er til vildar. Tey lótu seg úr um beinini og fóru at vassa, sum sørvingar siga.

 

Tosar tú við eldri fólk, sum eru uppvaksin her, men hava búsett seg aðrastaðni, so minnast tey altíð við sorgarblídni á sandin, tá tosað verður um barnadagar. Merkiligt, at okkara børn gera so lítið við at brúka sandin sum spælipláss.

 

Kanska eru vit smittað av tí, sum sagt verður í danska sanginum, sum Tummas M. Smith hevur umsett til føroyskt, har síðstu tvær reglurnar ljóða soleiðis:
"Hví droymir tú altíð um fjarskotin lond, enn síggja tað vakra, sum er í nánd."

 

Tvær fittar smágentur

 

Christian og Magda á bonkinum á Pálsoyruni

 

Jonhard a hjólhesti umboðar Rynkeby

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12