Arbeiðsdagur í Gásadali

Leygardagin 31. mai var arbeiðsdagur í Gásadali. Uppmøtingin var góð, umleið 30 fólk, bæði børn og vaksin.

Byrjað varð kl. 9 við morgunmati, sum kommunan bjóðaði. Síðan varð farið at planta trø. Eini 150 trø vórðu plantað sum byrjan til viðarlund í Gásadali.

Nøkur fingust við at mála havamøblar, onnur settu teir havamøblarnar út, sum vóru málaðir fyrr í vikuni.

 

Onnur lúkaðu gras fram við vegnum, og til seinast varð farið niðan í Mannagrót at laga varðan uppaftur.

 

At enda varð grillað, og ein sera góður dagur var at enda komin.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12