Árið 2013 royndist væl

Á bygdaráðsfundinum mikukvøldið í vikuni var roknskapurin fyri Sørvágs kommunu fyri árið 2013
einmælt samtyktur.

Endaligu roknskapartølini í mun til játtanina vóru:

 

  Játtan 2013   Roknskapur 2013
Útreiðslur: 29.563   29.085
Inntøkur: 33.400   35.743
Løgur: 17.557   17.407

 

Av talvuni sæst, at rakstrarútreiðslurnar og løgurnar eru 628.000 kr. minni í roknskapinum, og at inntøkan er 2.343 mió. størri enn mett.
Sostatt gjørdist endaliga úrslitið slakar 3 mió. kr. betur enn væntað.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12