Fyrsti summardagur

Sjálvt um hitastigini um vikuskiftið bert liggja um tey fimm, og høgættin fær okkum at halda, at summarið má verða langt burtur, so lýgur álmanakkin ikki.

Sunnudagin er fyrsti summardagur, og arbeiðsfólkið hjá kommununi er farið at fríðka um í bygdunum.

Her eru nakrar myndir, sum prógva, at tey ikki liggja á latu síðuni.

 

Í kirkjugørðunum verður sligið.

 

Grótgarðurin í Kirkjuánni er liðugur og plantað er í moldskráanum.

 

Plantukassarnir á vegamótinum Ovarivegur/Niðarivegur og á Pálsoyruni hava fingið summarplantur, sum fríðka um.

 

Gongubreytin yvir til Á-handilin verður málað, og fyristøðumaðurin fegnast um, at endaliga er hon komin, sum hann hevur spurt um í fleiri ár.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12