"Koyr á vestfallið"

Í skemti er vanligt at siga, at tú kanst bara koyra tað á vestfallið um nakað, sum einki er vert.

Trupuleikin er bara tann, at eftir vestfallið kemur eystfallið, og er tað rusk´, vit hava tveitt burtur, so kunnu vit møta tí aftur, og tað var ikki júst meiningin.

Tað hevur verið siðvenja í Sørvágs kommunu at næmingar, sum ætla at vinna sær nakrar krónur í summarfrítíðini, hava ruddað áirnar og sandin.

Men tað sær út sum, at ruskið í áunum og á sandinum er í minking, tíbetur. Tó treyðugt so, so hevur óveðrið í vetur havt tað við sær, at okkurt, sum hevur ligið á bryggjuni, er farið í havið og heim á sandin.

Seinastu dagarnar hava fólk frá kommununi ruddað sandin, so nú kunnu tey, sum hugna sær niðri á sandinum, hugna sær í reinari umhvørvi.

 

Herfinn hevur verið óførur at rudda á sandinum.

 

Gott sær út.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12