Tveir beinkir á Pállsoyruni

Frá vinstru: Christian, Jóhannes, Mourits og Ólavur

 

Í gomlum døgum plagdu menn at stytta sær stundir undir Pollastovu.
Tað, sum var at frætta úr stóru verð, høvdu teir hoyrt hjá norðmanninum, og innanoyggjatíðindini í útvarpinum. Tey lokalu tíðindini vóru at frætta undir Pollastovu.

Men tíðin fer við øllum. Teir fækkast, sum standa undir handlinum hjá Sannu, sum Pollastova nú eitur.
Fyri at gera eina roynd at bøta um hetta, setti kommunan í vikuni tveir beinkir upp á Pállsoyruni, sum er granni hjá Pollastovu. Og lítla løtu seinni sótu hesir so fittir og hugnaðu sær í vársólini.

 

Frá vinstru: Christian, Marius, Mourits og Ólavur.

 

Ovasta leiðslan er komin at kanna, um arbeiðið er gjørt til lítar.

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12