Altjóða kvinnudagur, 8. mars 2014

Í ár eru 100 ár síðan, at altjóða kvinnudagur fyrstu ferð varð hildin 8. mars, og síðan er hann hildin sama dag hvørt ár.

Altjóða kvinnudagurin er tó eitt sindur eldri enn tað, tí hann kom í lag á fundi í Keypmannahavn í 1910, har tær báðar Luise Zietz og Clara Zetkin, skutu upp at hava ein altjóða dag fyri kvinnur. 100 kvinnur úr 17 londum tóku undir við at hava ein slíkan altjóða kvinnudag, sum setti fokus á javnrættindi fyri kvinnur.

ST fór í 1975 undir at halda altjóða kvinnudagin, í ár er málið: "Equality for women is progress for all", at javnstøða fyri kvinnur er tað sama sum framstig fyri øll.

Nógv hevur ikki verið at hoyrt í ár um altjóða kvinnudagshald í Føroyum, men fyri fyrstu ferð verður dagurin hildin í Sørvági.
Kl. 15, leygardagin 8. mars fara fýra kvinnur at geva sítt íkast til eitt spennandi tiltak. Dagurin verður hildin í Gamla skúla í Sørvági, sum er umbygdur til snotiligan musikkskúla.
Unn Patursson fer at undirhalda við tónleiki og sangi. Forkvinnan í Javnstøðunevndini, Katrin Kallsberg, fer at tosa um avbjóðingar og átøk innan javnstøðu. Erika Hayfield, sum stóð fyri arbeiðinum at gera álit um kvinnur og fráflyting í Vinnumálaráðnum, fer at halda fyrilestur um kvinnur og fráflyting og um at vera kvinna í einum útjaðara. Sólrún Michelsen, rithøvundur, sum fyri jól gav út skaldsøguna Hinumegin er mars fer at tosa um skaldsøguna við Marnu Jacobsen.
Tað er bókaklubbin Vágagellurnar, væl stuðlaðar av Sørvágs kommunu, sum skipa fyri altjóða kvinnudegnum. Tær vóna, at nógv fólk bæði í Sørvági og aðra staðni fara at møta upp í Gamla skúla til eitt upplýsandi og hugnaligt tiltak, sum endar við, at øll fáa ein te- ella kaffimunn og køku afturvið. 

Skrivstovan

Varðagøta 8
FO-380 Sørvágur

Tel: 36 32 00
Fax: 36 32 01
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

 

Avgreiðslutíð:

mána- til mikudag:
10-13

hósdag:
11-17

fríggjadag:
10-12